Ein suðurafrikonsk sjónvarpsstøð skrivaði, av misgávum, at fyrrverandi forsetin í USA, George W. Bush, var deyður Tað var í einum av tíðindasendingunum hjá e.tv mánadag seinnapart, at teksturin ?George Bush er deyður? rullaði tvørtur um sjónvarpsskíggjan.
Talsmaður hjá e.tv, Vasili Vass, sigur við News24.com, at mistakið hendi tá nakrir grafikarar skuldu kanna, hvussu ein rullitekstur sá út á skerminum.
Ein tøkningur trýsti tá av misgávum á sendiknøttin ístaðin fyri royndarknøttin, og rulliteksturin við orðunum um Bush varð sýndur í beinleiðis sjónvarpi.
Tann villeiðandi rulliteksturin varð skjótt tikin av sjónvarpsskíggjanum aftur, men sjónvarpsstøðin fer hóast alt at seta nýggjar mannagongdir í verk, tá grafikkur og rullitekstur skulu roynast í framtíðini, sigur Vasili Vass.