Bush hildið sína seinastu røðu fyri tjóðini

Í nátt helt George W. Bush sína seinastu røðu fyri tjóðini sum forseti, og hana brúkti hann til at umrøða støðuna í amerikanska búskapinum Tað vóru ongar stórar ætlanir í teirri seinastu røðuni fyri tjóðini. Ístaðin fyri brúkti Bush tíðina til at umrøða amerikanska búskapin, og hvat hann ætlar at gera fyri at menna hann.

Bush vísti á, at hann og Umboðsmannatingið hava gjørt semju um stimbrandi tiltøk fyri 760 mia. krónur. Millum tiltøkini eru skattalætti til einstaklingar og eggjandi skipanir, sum skulu fáa vinnulívið at gera íløgur.

Bush ásannaði, at amerikanski búskapurin er fongdur við einari ávísari óvissu, men hann segði seg vera sannførdan um, at amerikanarar eiga at hava álit á landsins búskapi og framburði.