- Tú sært tað í eygum hansara, og tað hoyrist á rødd hansara. Eg eri bangin um hann, sigur ein av næstu vinmonnum forsetans við blaðið USA Today.
Blaðið hevur tosað við fleiri av teimum, sum dagliga hava við forsetan at gera, og tey eru á einum máli um, at Bush er broyttur tær seinastu vikurnar. Hann øsir seg upp, um fjølmiðlarnir koma við frágreiðingum, sum honum ikki hóvar, ella tá fjølmiðlarnir og fyrrverandi generalar seta spurningar um kríggið. Forsetin skemtar eisini minni enn fyrr, og hann er heldur ikki so lættur at koma í samband við longur. Fyrr var hann altíð til reiðar at tosa við sínar medarbeiðarar, men í dag spyr hann fyrst, um tað er neyðugt.
Eitt kall frá Guði
Tað, sum serliga hevur vakt ans, og sum hevur elvt til stúran, er, at Bush hevur fingið ta uppfatan, at hann stríðist ímóti tí ónda í heiminum, og at Guð hevur valt hann til at leiða hetta stríðið fyri størri frælsi í heiminum.
- Bush heldur, at hann hevur fingið eitt kall frá Guði um at leiða tjóðina. Hann tekur avgerðir, sum broyta søguna, sigur Dan Evans, sum er fíggjarmálaráðharri í stjórnini hjá Bush og ein av bestu vinmonnum forsetans.
Fyrradagin helt Bush røðu fyri hermonnunum á Lejune-herstøðini í North Carolina. Hann nevndi nóg illa orðið hópoyðingarvápn, men nýtti harafturímóti drúgva tíð til at tosa um frælsi og demokrati í Irak.
- Vit hoyra allar teir irakar, sum leingjast eftir frælsi. Og fólkið í Irak skal hoyra lyfti mítt: Okkara hermenn har fara at halda á, til alt landið hevur fingið frælsi, segði Bush í røðuni.