Bush funnið avloysara

Í USA hevur George W. Bush, forseti, gjørt av at tilnevna fyrrverandi dómaran Michael Mukasey løgmálaráðharra eftir Alberto Gonzales, sum herfyri boðaði frá, at hann leggur frá sær í morgin eftir hvassar atfinningar. Tann 60 ára gamli Michael Mukasey ber orð fyri at vera ein konservativur dómari, og hann hevur millum annað virkað sum dómari í nøkrum rættarmálum um yvirgang. Senatið skal góðkenna hann sum løgmálaráðharra.