Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag Vilhelm M. Johannesen hevur nú svarað Jóannes Eidesgaard, formanni Javnaðarfloksins, sum hevur biðið Føroya Arbeiðsgevarafelag um at lýsa sína støðu viðvíkjandi stuðli til vinnuna.
Vilhelm M. Johannesen vísur á, at fyri gott einum ári síðani setti Vinnumálastýrið ein arbeiðsbólk við tí endamáli at orða ein vinnupolitik, og í apríl í ár var vinnupolitikkurin lagdur fyri tingið til aðalorðaskiftið. Tingmenn tóku sum heild undir við hesum vinnupolitikki.
? Føroya Arbeiðsgevarafelag fekk vinnupolitikkin til ummælis og boðaði Vinnumálastýrinum frá, at felagið tók fult undir við meginreglum í vinnupolitikkinum og tí vinnupolitisku kós, sum hesin setur.
Standa á
egnum beinum
? Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ofta gjørt vart við, at vit eru ímóti, at kappingaravlagandi stuðul verður veittur vinnuni. Vit eru av tí sannføring, at vinnan skal standa á egnum beinum, og at hetta er besta trygd fyri vøkstri og framburði. Og tí er samsvar millum okkara sjónarmið og vinnupolitik landsins.
? Vit eru fullvæl greiðir yvir, at enn finnast skipanir, ið ikki eru í trá við umrødda vinnupolitik. Málið má verða, at hesar fella burtur, men hetta kemur tó ikki at henda frá degi til dags. Vinnan ynskir støðugar karmar og hetta má eisini havast fyri eygað, tá skipanir verða avtiknar, sigur Vilhelm M. Johannesen formaður.
Og víðari leggur hann herðslu á, at tað hevði verið burturvið at innført nýggjar skipanir við stuðli, ið ikki eru í samsvari við meginreglurnar í vinnupolitikkinum.
Fíggjarlógin
Vilhelm M. Johannesen kemur eisini inn á nakrar játtanir á fíggjarlógini, sum sipað verður til í brævinum, og sigur, at Føroya Arbeiðsgevarafelag vil ikki viðgera fíggjarlógina í smálutum, men bert viðmerkja, at her er talan um sera ymiskar skipanir.
? Nakrar eru í trá við vinnupolitikkin, tí talan er um stuðul til gransking, marknaðarføring o.a. Nakrar hava dám av sosialum skipanum, meðan aftur aðrar eru skipanir, sum tryggja nøkur arbeiðspláss í útjaðaranum., sigur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag at enda í svari til Jóannes Eidesgaard.