Niðurstøðan hjá ICES var daprari, enn hon hevur verið seinastu nógvu árini, men hon er málað døkkari herheima av okkara egnu serfrøðingum. Almenni landsbankastjórin sigur í ramasta álvara, at tað ikki hevði bilað, um vit fylgdu ráðunum frá ICES og støðgaðu øllum fiskiskapi í longri tíðarskeið, tí at tað hevði ikki havt so stóra ávirkan á búskapin, sum fólk kanska rokna við. Ivaleyst eru tað nógv fólk her á landi ið veruliga trúgva, at samfelagið saktans kann rekast eins væl ella kanska betur, um vit ikki fiska eitt tíðarskeið.
Teinkja vit hendan tankan, kunnu vit leysliga meta um avleiðingarnar.
Føroyar eru eitt veiðisamfelag og nærum allur útflutningurin er fiskur og fiskaúrdráttir.
Hvussu nógv skip høvdu havt ráð at lagt stilt í eitt longri tíðarskeið, fyri síðan at kunna byrja aftur at fiska ?
Hvussu nógvir fiskimenn við servitan og royndum høvdu verið eftir at mannað skipini, so vit fingu gagnnýtt fiskatilfeingi eftir trý ára støðg ?
Hvussu nógv flakavirkir høvdu opnað aftur, og hvussu nógv arbeiðsfólk við serfrøði høvdu verið eftir í landinum til at virka fiskin ?
Hvussu nógv fólk høvdu flutt av landinum ?
Farmaskipini sigla til Føroyar við vøru og fara avstað, fermd við fiskavørum. Hvussu hevði verið við handilsjavnaðinum ?
Tilmæli frávinnuni
Álitið frá vinnuni sigur, at allur fiskiskapur skal støðga í tríggjar vikur eftir 20. apríl ( í gítingartíðini)?
Ongin ivi er um, at skal eitt munagott átak gerast, er friðing í gýtingartíðini tað munabesta. Men er gýtingin hjá toski fyri stóran part ikki yvirstaðin 20. apríl ?
2
Firðir og sund skulu steingjast fyri allari veiði, eisini sokallaðari frítíðarfiskiskapi í tvey ár.
Alt síðan landnám hevur borið til hjá vanliga føroyinginum at fara á flot, at fáa sær eitt kók ella nakrar fiskar upp á træið. Tað, fiskað verður á hendan hátt er ”peanuts” og ger ongan mun í stórapotti. Hetta er eitt frælsi føroyingar hava havt og framhaldandi eiga at hava.
Ferðavinnan marknaðarførir tráðufiskiskap og fiskikappingar, eins og hemaraveiða við tráðu vundið upp á seg, eisini her er talan um smáar nøgdir. Ein minking í summarfiskiskapinum kundi fingist við, at útróðrarbátar í summarhálvuni í samstarvi og samskipað við ferðavinnuna í størri mun fingu ágóðan av, at gera stuttleika-fiskitúrar við ferðafólki.
Fiskivinnan er og verður høvuðsútflutningsvinna okkara í nógv ár framyvir. Her eigur at verða pláss fyri frítíðar, parttíðar og fullriknum fiskiskapi. Alt ov víðgongd stig elva til ónøgd og ótryggleika og gagnar hvørki fiskimonnum ella fiskastovnum.