Nú slaktið stendur fyri durum, minna bæði Umhvørvisstovan og Heilsufrøðiliga Starvsstovan á, at tað er er neyðugt at vísa nærlægni og at vera ansin, eisini tá ið burturkastið skal beinast burtur.
- Vil, vembur, kleyvar og aðrar leivdir frá fletting, sum ikki verða gagnnýtt, skulu burturbeinast á skynsaman hátt, sigur Umhvørvisstovan.
Í hesum sambandi verður gjørt greitt, at leivdir frá fletting skulu ikki at verða beindar í áirnar, fjøruna ella í hagan.
- Henda er umhvørvisdálking, sum ofta sær ótespilig út og sum luktar illa og sum harafturat kann verða atvold til smittu.
Heitt verður tískil á fólk um at beina tær leivdir frá fletting og slakti, ið ikki verða gagnnýttar, í bingjur, sum kommunurnar hava standandi til hetta endamálið.
- Í hesar bingjur kann eisini annað lívrunnið tilfar latast í, tað veri seg slógv, fjaðrar, og annað.
Har skal nevniliga alt lívrunnið sláturburturkast fara, sigur Umhvørvisstovan.
Víst verður eisini á, at síðani 2008 hevur tað verið bannað at grava niður leivdir frá flettingini.
Annars hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan nógv góð ráð í sambandi við fletting og tey eru at finna á: www.hfs.fo/portal/page









