Burturflutt kvinna var fangi í 10 ár

Løgreglan í Kalifornia hevur funnið eina 25 ára gamla kvinnu, sum myndugleikarnir hava sóknast eftir í tíggju ár.

Í sama viðfangi hevur løgreglan tikið tann 41 ára gamla Isdiro Garcia og skuldsett hann fyri at hava burturflutt kvinnuna fyri 10 áum síðani, fyri at hava hildið hana fanga øll árini og fyri at hava neyåðtikið hana. Løgreglan sigur, at Garcia búði saman við mammu kvinnuna í 2004.

 

Løgreglan í býnum Santa Ana sigur, at ta fyrstu tíðina var kvinnan fangi í einum bilhúsi, og Isdiro Garcia hevði roynt at sannføra hana um, at familja hennara var givin at leita eftir henni. Samstundis fekk hon at vita, at um hon gjørdi nakra roynd at fáa samband við familjuna, fór hann at flyta tey øll av landinum.



Nú ein dagin setti kvinnan seg í samband við løgregluna, eftir at hon hevði sæð systir sína á Facebook. Stutt eftir varð Isdiro Garcia tikin, og hann er nú skuldsettur fyri burturflyting og neyðtøku.