BÚSKAPARTILMÆLI
Føroyski búskapurin stendur frammanfyri stórum avbjóðingum. Hetta er høvuðsniðurstøðan í nýggjastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum. Og avleiðingarnar frá fíggjarkreppuni, sum hevur rakt stórar partar av heiminum, kennast eisini í Føroyum.
Tá amerikanski tjóðbankin, Federal Reserve, lækkaði rentuna sera nógv aftan á 11.
septembur 2001, gjørdist penganøgdin eitt alheimsfyribrigdi. Eins og aðrastaðni fingu vit fingu bæði í Føroyum og Danmark metlágar rentur.
Men nú eru bløðrurnar á serliga bústaðar- og partabrævamarknaðinum brostnar, og peningastovnar hava mist stór virði, skrivar Búskaparráðið í frágreiðing síni.
Ráðið vísir á, at útlánsvirksemið hjá peningastovnunum hevur stimbrað búskapin síðani 2005, og hetta virksemi hevur verið konjunkturviðgangandi. Í ávísan mun hava peningastovnarnir sjálvir skapt uppgongdina, men nú er støðan ein onnur.
Minni útlánsvirksemi hevur tálmandi ávirkan á búskapin, og peningastovnarnar fara harvið, vegna vantandi likviditet og tap á útlánum, at skunda undir búskaparligu afturgongdina, stendur í búskaparfrágreiðingini.
Tað eru tó ikki bara peningastovnarnir, ið hava virkað við til, at vit hava fingið stór
búskaparsveiggj, skrivar Búskaparráðið.
Landsstýrið hevur eisini styrkt um búskaparsveiggini við óhóskandi skattapolitikki. Sambært ráðnum var ongin orsøk hjá undanfarnu ABC-samgongu at veita skattalættar seinastu árini. Teir vóru konjunkturviðgangandi og elvdu harvið til enn heitari búskap, skrivar Búskaparráðið.
Mælir til avtøku av rentustuðuli
Vend er nú komin í búskapargongdina, og búskaparstøðan er ein onnur. Skattagrundarlagið er minkandi, og haraftrat er nýtslan minni. Minni nýtsla merkir færri inntøkur frá avgjøldum, eitt nú MVG.
Útreiðslurnar hjá landskassanum fara kortini at vaksa, og harvið eru líkindi til stórt undirskot á fíggjarlógini fyri 2009.
Sannlíkt er, at afturgongdin hevði verið minni, um undanfarna ABC-landsstýri ikki hevði stimbrað búskapin óneyðuga nógv við skattalættunum.
Núverandi landsstýri stendur sostatt framman fyri einari tvístøðu. Tað má antin skerja útreiðslurnar ella økja skattainntøkurnar, um javnvág skal verða í landsrakstrinum. Báðir kostirnir styrkja tó um afturgongdina, og eru tískil ivasamir.
Landsstýrið kann eisini gera av at halda fast og ríða stormin av sær. Kortini kann verða neyðugt við tiltøkum, um afturgongdin stendur leingi við. Millum annað við at økja um skattainntøkurnar. Ikki við øktum arbeiðsinntøkuskattin, men heldur við at áseta bústaðarskatt ella avtaka rentustuðulin, sum hevur elvt til ov stórt byggivirksemi í Føroyum, er niðurstøðan hjá Búskaparráðnum.
Búskaparráðið hevur fyrr víst á, at landsstýrið eigur at avtaka rentustuðulin. Rentustuðulin hevur, saman við lágu rentuni seinastu árini, elvt til ov stórt byggivirksemi í Føroyum. Fíggjarliga áeggjanin at byggja egnan bústað hevur verið ov stór við tí lágu rentuni. Føroyar kunnu vera í vanda at hava eina sokallaða bústaðarbløðru.
Haraftrat vísir Búskaparráðið á, at rentustuðulin saman við vantandi bústaðarskatti ger leiguíbúðabygging lítið lokkandi. Heldur enn at umhugsa leiguíbúðabygging við landskassastuðli, átti landsstýrið at javntsett eigara- og leigarabústaðin í skattahøpi.
Inntøkan í fiskivinnuna ikki nøktandi
Fyritøkurnar í fíggjarliga geiranum hava trýst búskapin so mikið nógv fram, at framleiðandi vinnurnar nærum hava verið gloymdar, skrivar Búskaparráðið.
Fiskiskapurin hevur verið hart raktur av høgum oljuprísum og vánaligum fiskiskapi í 2008. Ráðið heldur, at virkisbúskaparliga er ikki stórt høpi í at líta at vinnuni undir einum, tí ymiskt er, hvussu meint skipabólkarnir eru raktir. Raksturin er ikki eins hjá øllum skipabólkum; eitt nú er ymiskt, hvussu broytingar í oljuprísinum ávirka teir.
Viðkvæmisgreining vísir, at lemmatrolarnir verða meint raktir, tá ið oljuprísurin økist, meðan væl frægari stendur til hjá partrolarunum. Hetta bendir á, at lógin um vinnuligan fiskiskap eigur – við
fyriliti til stovnsrøktina – at verða broytt soleiðis, at skipabólkarnir ikki eru fastlæstir.
Búskaparráðið má styrkjast
Hendan frágreiðingin er síðsta frágreiðing hjá hesum Búskaparráðnum. Ráðið vil nýta høvið, eins og fyrrverandi Búskaparráð, at vísa á, at tað er neyðugt at styrkja Ráðið. Hetta er alneyðugt, um
Búskaparráðið skal liva upp til sínar egnu ambitiónir og tær væntingar, ið politikarar og almenningurin hava.
Búskaparráðið hevur ov lítið av peningi, væntar hagtøl og manglar skrivarastovu. Um ikki virki ráðsins verður raðfest væl hægri, er neyvan nøkur orsøk at tilnevna eitt nýtt ráð.