Í kvøld var grannauppgerð í Burn mansdeildini í høllini í Kollafirði, har KÍF tók móti VÍF.
Tað eydnaðist kollfirðingum at vinna slagið um Norðurstreymoy við teprum 25-24 sigri. Í steðginum var VÍF á odda 13-9.
Tá 33 minuttir vóru leiktir av dystinum var VÍF á odda 15-10. Tólv minuttir seinni var KÍF komið upp á javnleik 19-19, og fylgdust liðini tað sum eftir var av dystinum. Bárður Dam skoraði sigursmálið til 25-24 tá 28 sekund vóru eftir av dystinum.
Bárður Dam gjørdist eisini toppskjútti hjá KÍF við seks málum. Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF, somuleiðis við seks málum.
Í Badmintonhøllini í Klaksvík vann StÍF stórsigur 36-24 (18-12) á Team Klaksvík. Tíverri er eingin dómaraseðil tøkur frá tí dystinum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum KÍF og VÍF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 12 | 370 | 307 | 63 | 18 |
VÍF | 12 | 389 | 322 | 67 | 18 |
KYNDIL | 12 | 331 | 309 | 22 | 14 |
NEISTIN | 12 | 316 | 335 | -19 | 12 |
KÍF | 12 | 312 | 325 | -13 | 12 |
STÍF | 12 | 333 | 369 | -36 | 5 |
TEAM KLAKSVÍK | 12 | 309 | 393 | -84 | 5 |