Tveir dystir vóru leiktir í Burn Mansdeildini í kvøld.
Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil ein trivaligan 30-21 sigur á Team Klaksvík. Kyndil var frammanfyri 18-12 í steðginum.
Ovi Lützen var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. Toppskjútti hjá Team Klaksvík var Nikolay Bliznov við fimm málum.
Í høllini í Vestmanna vunnu nýklaktu steypavinnararnir, VÍF 32-29 á StÍF. Tað stóð annars einki til hjá VÍF í fyrra hálvleiki. Í steðginum var StÍF á odda 15-11. StÍF hevði leiðsluna í dystinum til 45 minuttir vóru leiktir. Tá kom VÍF fyrst upp á javnt 22-22, og legði seg síðani á odda 25-23. Eftir tað var VÍF á odda restina av dystinum.
Dánjal Ragnarsson var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum.
Trúgvi Hávardsson og Christian Bonde vóru toppskjúttar hjá StÍF við seks málum hvør.
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum Kyndil og Team Klaksvík:
##med2##
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum VÍF og StÍF:
##med3##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 13 | 421 | 351 | 70 | 20 |
H71 | 13 | 395 | 332 | 63 | 19 |
KYNDIL | 14 | 393 | 362 | 31 | 17 |
NEISTIN | 13 | 342 | 353 | -11 | 14 |
KÍF | 13 | 337 | 350 | -13 | 13 |
STÍF | 14 | 394 | 433 | -39 | 6 |
TEAM KLAKSVÍK | 14 | 348 | 449 | -101 | 5 |