70 minuttir av hondbólti máttu til áðrenn FM-finalisturin var funnin í Hoyvíkshøllini.
H71 vann í triðju og avgerandi FM-hálvfinaluni sera tepran 34-33 sigur á Neistanum aftaná longda leiktíð. Tað stóð á jøvnum 29-29 aftaná 60 minuttir.
H71 var í steðginum á odda 17-14. Tá 37 minuttir vóru leiktir var H71 á odda 21-17, men tá megnaði Neistin upp á sjey minuttir at venda støðuni til eina 23-21 leiðslu til Neistan. Eftir tað leikaði javnt á.
Í longdu leiktíðini fekk H71 eina 31-29 leiðslu tá tríggir minuttir vóru farnir, og teir høvdu leiðsluna restina av dystinum. Fýra ferðir minkaði Neistin um munin til eitt mál, men nærri komu neistamenn ikki.
H71 møta VÍF í FM-finalunum har spælt verður best av fimm dystum. VÍF hevur sum vinnari av grundspælinum rætt til tríggjar heimadystir um tað endar við fimm FM-finalum.
Neistin skal spæla bronsudyst móti Team Klaksvík komandi leygardag.
HER er dómaraseðilin frá HSF frá triðju FM-hálvfinaluni H71-Neistin 34-33 (29-29 - 17-14):
##med2##












