Burn: H71 vann aftur á KÍF og Team Klaksvík vann á Kyndli

Team Klaksvík er fyribils aftur at finna millum fýra tey ovastu liðini í Burn mansdeildini

Seinnapartin vóru tveir dystir leiktir í Burn mansdeildini.

 

Í Hoyvíkshøllini skuldi KÍF royna at hevna 15-28 tapið fyri H71 fyrr í vikuni. Í fyrra hálvleiki vóru kollfirðingar væl við, og í steðginum var javnleikur 16-16.

 

Í seinna hálvleiki hevði H71 munin og vann 33-28. Tann royndi Peter Krogh og unga stjørnuskotið, Óli Mittún gingu undan við at skjóta níggju mál hvør fyri H71.

 

Norðuri í Klaksvík fekk Team Klaksvík loksins ein sigur aftur aftaná fleiri tepur tap. Klaksvíkingar vunnu 29-26 á Kyndli í Badmintonhøllini í Klaksvík. Í steðginum vóru klaksvíkingar á odda 14-11. 

 

Sigurin merkir, at nú er Team Klaksvík aftur at finna millum fýra tey fremstu liðini í deildini. Orrustan um fjórða FM-hálvfinaluplássið er framvegis sera hørð. 

 

H71-KÍF 33-28 (16-16)

 

Málskjúttar H71: Óli Mittún 9, Peter Krogh 9, Niklas H. Hanusarson 4, Bogi Hansen 3, Janus Dam Djurhuus 3, Pauli Mittún 2, Sakir Frýdal 1, Ári Dam 1, Súni Dalsgaard 1. 

 

Málskjúttar KÍF: Ási Dam 7, David Edvardsen 6, Fríði Weyhe 4, Nikolay Bliznov 4, Baldur Gillason 3, Tony Weyhe 1, Teitur Joensen 1, Andrias Nielsen 1, Atli Hammer 1. 

 

Team Klaksvík-Kyndil 29-26 (14-11)

 

Málskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 10, Sámal á Tjaldrafløtti 6, Jens Pauli Mohr 6, Ludvík Súnason 3, Vilhelm Vilhelmsen 2, Sámal Jákup Djurhuus 1, Tummas Simonsen 1. 

 

Málskjúttar Kyndil: Tróndur Wardum 9, Jákup Jørgensen 7, Anders Risdal 4, Borgar Sveinsson 3, Ovi Lützen 2, Mads Lindkvist 1. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71103112357616
 KÍF10260257314
 VÍF92552361910
 TEAM KLAKSVÍK11308322-149
 NEISTIN926325948
 STÍF10280315-357
 KYNDIL11264317-536