Burn: Eitt gott kvøld hjá Team Klaksvík

Team Klaksvík vann sera týðandi dystin á StÍF - Neistin tapti fyri H71

Alt gekk upp hjá Team Klaksvík í stríðnum um at vinna seg millum fýra tey fremstu liðini í Burn Mansdeildini í kvøld.

 

Team Klaksvík vann sera týðandi dystin móti StÍF 28-27 í Badmintonhøllini í Klaksvík. Samstundis tapti Neistin 30-37 fyri H71 í høllini á Hálsi í Havn, og tískil hevur Team Klaksvík givið sær sjálvum ein góðan møguleika at vinna seg millum fýra tey fremstu liðini í grundspælinum. 

 

VÍF hevur 14 stig, Team Klaksvík hevur 13 stig og StÍF hevur 11 stig. Neistin hevur átta stig, men neistamenn hava spælt tveir dystir færri enn Team Klaksvík og StÍF. 

 

Team Klaksvík-StÍF 28-27 (16-12) - Dómaraseðlar frá HSF síggjast undir her:

 

Neistin-H71 30-37 (14-16) - Stigatalvan sæst undir dómaraseðlunum:

 

##med2##

 

##med3##

 

Støðan (hsf.fo) DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H711548035912126
 KÍF143903504022
 VÍF143953712414
 TEAM KLAKSVÍK15408434-2613
 STÍF15411470-5911
 NEISTIN13368387-198
 KYNDIL16379460-818