Hetta er fjórðu ferð, at danski sangarin er í Føroyum og spælir. Og tað er ikki sørt at hann gleðir seg at spæla á Voxbotn.
Jonhard Hammer
– Tað er ein løta síðani, at eg spældi fyri nógvum fólkum vegna koronu, sigur Burhan G, og tá vit spyrja, hvat hann fer at spæla, so er svarið stutt og greitt.
– Tit fáa øll hittini, og eg gleði meg at gera eina stóra fest í kvøld.