- Høvuðstrupulleikin er manglandi viðlíkahald í eftirhondini nógv ár.
Hendrik Olsen ljóðar avgjørdur, nú hann skal taka saman um støðuna á røktarheiminum á Sýnini í Miðvági.
Røktarheimið er sjálvsognarstovnur, og Hendrik Olsen er næstformaður í stýrinum, umboðandi Sørvágs Kommunu. Hann er ørkymlaður av støðuni á røktarheiminum, sum er heimið hjá 36 av gomlu og veiku borgarunum í Vágum.
- Nú er ikki bara talan um viðlíkahald. Her er størri arbeiði, sum skal gerast, leggur hann turrisliga afturat, meðan hann vísir okkum runt.
Og Hendrik Olsen hevur nakað at hava orðini í. Ein umfatandi støðumeting frá Landsverki staðfesti í 2008, at bygningurin krevur umfatandi ábøtur, at kalla allur sum hann er. Frágreiðingin var ikki tespiligur lesnaður hjá teimum, ið vara av røktarheiminum á Sýnini. Her var talan um eina langa røð av størri og smærri ábøtum, ið skuldu gerast á tann tá stívliga 40 ára gamla bygningin.
Men nú, fimm ár eftir frágreiðingina, er lítið og einki hent. Bygningurin, ið stóð liðugur í 1972, stendur at kalla órørdur, opin fyri tíðarinnnar tonn at gnadda burturav.
- Ja, tað er eingin loyna, at vindeygu og klædningur eru gomul. Serliga ringt er her á eystara endanum, greiðir Hendrik Olsen frá, meðan hann peikar á opin petti, har klædningurin er rotnaður burtur.
Ljótar søgur av Sýnini vilja vera við, at umboð fyri meira enn tann eina politiska flokkin fingu kavrotin træsprek av klædninginum við sær aftur, tá tey vitjaðu røktarheimið í valstríðnum uppundir seinasta løgtingsval.
Í køkinum eru tey við at rigga av fyri í dag.
- Hetta er eitt deiligt arbeiðspláss. Onkur hevur enntá arbeitt her í 37 ár, greiðir fryntliga køksdaman okkum frá.
Men heldur ikki køkurin er dagførdur til dagsins krøv, síðani fyrsti døgurin varð gjørdur her inni fyri meira enn 40 árum síðani.
- Tú kanst siga, at hann er fyltur upp innanifrá við uppvaskimaskinu, ovnum og øðrum hentleikum. Men køkurin er ikki gjørdur eftir forskriftunum í dag, og tað sæst aftur, sigur Hendrik Olsen og peikar á tvær smáar eymhettur, sum stinga niður úr loftinum, og sum einsamallar eiga ta stóru ábyrgd at súgva allan dampin úr køkinum.
Stórur soppavøkstur og myrkir blettir undir loftinum eru sjónlig dømi um, at smáu eymhetturnar hava ongan livandi kjans.
Í summar var støðan í køkinum á Sýnini so mikið vánalig, at Arbeiðseftirlitið varð boðsent. Serkunnleikin staðfesti, at manglandi útsúgving hevur við sær soppavøkstur og eitt umhvørvi, sum ikki er heilsugott fyri starvsfólkið. Tí gav Arbeiðseftirlitið boð um, at útluftingin skal gerast av nýggjum. Tað arbeiðið er mett at kosta eina millión krónur.
Takið í túninum
Hóast umfatandi støðulýsingin hjá Landsverki longu í 2008 staðfesti, at tekjan á røktarheiminum lekur, so dryppar framvegis undan loftinum á Sýnini, tá tað regnar illa.
Tí hóast avgerð varð tikin um at skifta tekjuna og arbeiðið fór ígongd, so steðgaði alt upp, tá ein triðingur var eftir at leggja á. Fleiri pengar vóru ikki til hondverkararnar.
Hendrik Olsen peikar á tveir plattar við takpappi, sum framvegis standa í túninum.
- Her er so restina av tekjuni. Her er alt klárt at leggja á, men nú veit eg ikki, hvussu verður við játtanini, og um arbeiðið yvirhøvur kann gerast áðrenn veturin, leggur hann afturat.
Hendrik Olsen hevur ilt við at svølgja, at síðsti triðingurin av tekjuni framvegis stendur í túninum, nú summarið er av. Talan er um takpapp, ið verður sveisað niður á tekjuna.
- Eg skilji ikki, hví hetta yvirhøvur er eitt mál. Tað mátti borið til at lagt takið á, og so kundu myndugleikarnir togast um pengarnar aftaná, leggur hann ilsliga afturat.
Næstformaðurin í stýrinum fyri heimið skundar sær tó at leggja afturat, at tað regnar also ikki niður á tey menniskju, ið hava Sýnina sum sítt heim.
- Nei, tey gomlu merkja ikki lekan. Tað lekur serliga niður á eina gongd, har skrivstovurnar eru og har heimarøktin heldur til, sigur Hendrik Olsen.
Sambært eini nýggjari kostnaðarmeting, ið Landsverk gjørdi í juli mánað, kostar tað umleið 300.000 krónur at skifta síðsta partin av tekjuni.
Afturat køkinum og tekjuni, so hevur Landsverk eisini víst á, at tvær rampur, ið verða brúktar sum rýmingarleiðir av aðru hædd í bygninginum, eru somikið rotnar, at tær eru vandamiklar at brúka. Og úthurðirnar út til rýmingarleiðirnar eru rotnar og leka.
Akutt
Hesi trý viðurskifti – útluftingin í køkinum, ótætta tekjan og rotnu rýmingarleiðirnar, eru av Arbeiðseftirlitinum og Landsverki mett somikið átrokandi at gera, at tey mugu og skulu gerast beinanvegin.
Landsstýriskvinnan í Almannamálum er tí farin í løgtingið við eini eykajáttan, har hon biður um 1,5 millión krónur at brúka til hesar átrokandi ábøtur. Líkt er til, at pengarnir eisini verða játtaðir og finna vegin fram vestur til Miðvágs. Tí tann 1,5 milliónin verður tikin burtur av pengum, sum longu eru játtaðir til at høvuðsumvæla røktarheimið á Sýnini, men ongantíð eru brúktir til endamálið, tí land og kommunur framvegis ikki hava funnið eina varandi loysn fyri meira enn 40 ára gamla bygningin.










