Tað gongur av skriðuni hjá OB í donsku Superliguni. Jóan Símun Edmundsson er toppskjútti við trimum málum og hevur verið ein av teimum fáu, ið hevur fingið rós, men eftir 10 stig fyri 13 dystir og næstaftasta pláss í deildini er trýstið stórt á venjaranum, Kent Nielsen.
Ein av lyklaleikarunum hjá OB, áleyparin Anders K. Jacobsen, heldur tó ikki, at Kent Nielsen skal hava ábyrgdina fyri vánaligu avrikini seinastu tíðina.
- Vit mangla málini, og har má eg taka ein part av ábyrgdini. Annars eru tað leikararnir, sum skulu vísa meira á vøllinum. Tað hjálpir í øllum førum ikki at skifta Kent út, tí tað eru 24 leikarar frammanfyri í røðini, sum burdu verið útskiftir áðrenn, sigur Anders K. Jacobsen við Ekstrablaðið.
- Hýrurin í hópinum er framvegis góður. Vit eru ikki blindir, so vit síggja væl hvar vit eru á stigatalvuni, og tað er eisini strævið at tapa so nógvar dystir á rað. Tað er tó ikki nakað, sum hevur ávirkað avrikini. Viljin og hugurin er til staðar, og vit skulu nokk fáa vent gongdini, sigur hann víðari.
OB hevur tapt sjey av seinastu átta dystunum. Í einari greining hjá indkast.dk fyri viku síðani fekk Jóan Símun sum eitt ljós í myrkrinum rós - teir skrivaðu millum annað, at hann var tann einasti, ið kundi vera nøgdur við egin avrik, og at tað var gott at síggja ein, ið allatíðina var skapandi og vildi bjóða av.
Næsti dystur hjá OB verður sunnudagin, tá ið oddaliðið FCK kemur á vitjan í Odense.










