Danskar kvinnur føða fleiri og fleiri børn. Vit skulu aftur til 70-ini fyri at síggja hægri burðartøl í Danmark. Í 1975 vóru í miðal fødd 1,9 børn fyri hvørja barnføra kvinnu, men aftaná 1975 fall talið inntil tað í 1983 var heilt niðri á 1,4.
Síðani hevur gingið framá í Danmark, og seinastu tølini vísa nú, at burðartalið er yvir 1,7 børn fyri hvørja barnføra kvinnu. Tað ljóðar kanska ikki av nógvum, men samanborið við onnur ídnaðarlond, har føðitalið fellur enn meira stendur væl til í Danmark.
Av teimum »høgtútviklaðu« londunum, hava bert Frankaríkið, Noreg, Írland, Ísland og USA hægri burðartal enn Danmark. Hægst liggur USA við einum miðaltalið uppá 2,1 barn. Í Noreg fellur kurvan framvegis, meðan í hinum londunum er kurvan vend og er nú so spakuliga hækkandi.
Hesi góðu útlit eru tó ikki heilt uttan útreiðslur fyri statin. Ein serlig analysa frá Búðskaparráðnum vísir, at ein hækking av burðartalinum uppá 0,05 ger, at útreiðslurnar hjá statinum hækka tey næstu 25 árini. Aftaná 50 ár kann mann rokna við, at hesi fleiri børnini fara at leggja til búskapin. Tað tekur nógv ár, áðrenn børnini eru komin úr vøggustovum, barnagørðum, skúlum, universitetum o. s. fr. og kunnu spjaða til búskapin.
(Kelda: Vinnuhúsið)










