Bummgjaldið er tvær ferðir so høgt sum eg hevði væntað

Hóast tað kanska riggaði í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum, er tað eitt mistak at gera tað sama í Eysturoyartunlinum, heldur løgtingsmaður

Gjaldið fyri at koyra ígjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin, er alt ov høgt. Tað heldur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, og búsitandi á Glyvrum, sum er beint við tunnilismunnan, Eysturoyarmegin.

Og hann sigur, at hetta er ein spurningur, sum politiski myndugleikin má taka upp við leiðsluna í tunnilsfelagnum í heyst við tí endamáli at fáa prísin niður.

– Eysturoyartunnilin er ein politisk avgerð og tí eiga vit eisini at fara í samskifti við tunnilsfelagið, tá ið vit halda, at viðurskifti eru, sum vit vilja hava øðrvísi, sigur hann.

– Er prísurin so høgur, at tað forðar fyri ferðsluni, rakar tað landskassan, tí landskassin veitir trygd fyri lánunum uppá tunnilin.

Bill Justinussen sigur, at tá ið Løgtingið viðgjørdi málið um at gera Eysturoyartunnilin, varð mett, at tað fór at kosta 35 – 40 krónur at koyra hvønn vegin. Men nú gjaldið er ásett kostar tað tvær ferðir so nógv - og tað er fyri tey, sum fáa tann størsta avslátturin.

– Bummgjaldið er so høgt, at tað er ein stór forðing fyri at bilførarar fara at brúka tunnilin, og sostatt minkar tað munandi um nyttuvirðið av honum, sigur Bill Justinussen.

Hann sigur, at tá ið Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vórðu tiknir í nýtslu, varð gjaldið sett rættiliga høgt, men so varð tað lækkað munandi rættiliga skjótt.

– Tað var kanska ein psykologisk finta fyri at geva fólki eitt positivt upplivilsi, tá ið prísirnir lækkaðu. Tað er kanska sami taktikkur, sum nú verður brúktur. Men tað er ein avgerðandi munur á Eysturoyartunlinum og hinum báðum undirsjóvartunlunum, og tað er, at bilførarar kunnu lata vera við at koyra ígjøgnum hann, tí teir kunnu fara eftir fjøllunum ístaðin, sigur Bill Justinussen.

– Verður tað so dýrt at brúka tunnilin, sum tað nú liggur í kortunum, vænti eg, at fólk fáa tað í høvdið, at tey skulu halda fram at koyra eftir fjøllunum. Tey fáa eitt negativt upplivilsi av tunlinum frá fyrsta degi, og hava tey fyrst vant seg við at koyra eftir fjøllunum, verður kanska ringt at venja tey at brúka tunnilin, leggur hann afturat.

Hann hugsar eisini um, at tá ið tunnilin er komin, fer ferðslan eftir fjøllum eyðvitað at minkað nokk so fitt, og tað fer at gera tað nógv lættari, og skjótari at koyra, og tí er vandi fyri, at bilførarar bara fara at sláa seg til tols við tí, heldur enn at rinda í dýrum dómum fyri at brúka tunnilin, sigur Bill Justinussen.

– Tí haldi eg, at við hesum bummgjaldinum fáa vit ikki birt upp undir tað eina nátúrliga pendlara-mentan, sum endamálið var, har fólk skulu koyra aftur og fram ígjøgnum tunnilin, uttan at hugsa um prísin.

– Við núverandi prísum verður í mesta lagi eina ferð um dagin, at bilførarar fara at koyra aftur og fram ígjøgnum hann, heldur hann.

Bill Justinussen er eisini av teirri áskoðan, at hetta fer at bremsa menningini og fólkavøkstrinum í Eysturoynni, tí at hann heldur ikki ivast í, at tað fer at javna seg, sum árini líða, og bummgjaldið lækkar.

Í KvF hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, róð fram undir, at broyt skipanina við ferðastuðuli, so at tey, sum brúka Eysturoyartunnilin, fáa hægri ferðastuðul enn onnur. Men tað tekur Bill Justinussen ikki undir við, tí so fellur tað aftur á Landskassin, sum fær hægri útreiðslur. Tí heldur hann, at tann gongda leiðin er at fáa bummgjaldið so langt niður, at tað ikki er ein forðing fyri ferðsluni.