Minst trý fólk eru deyð í einari bumbuspreinging uttan fyri donsku sendistovuna í Islamabad Ein bumba brast í morgun beint uttan fyri donsku sendistovuna í pakistanska høvuðsstaðnum Islamabad.
BBc veit at siga, at minst trý fólk doyðu í spreingingini, og at fleiri fólk vórðu borin á børu til sjúkrabilar. Sambært CNN var talan um eina bilbumbu.
Tíðindamaðurin hjá TV2 í Pakistan sigur, at sendistovan er illa farin av spreingingini.









