Bumbur kravt 126 mannalív í Pakistan

Benazir Bhutto slapp uttan mein frá einari ógvusligari bumbuatsókn í Katachi í gjárkvøldið 126 fólk doyðu, tá ókendir menn søktu at viðhaldsfólki hjá fyrrverandi pakistanska forsætisráðharranum Benazir Bhutto í gjárkvøldið.

Pakistonsku myndugleikarnir siga, at tvær ógvusligar bumbuspreingingar vóru. Tað er ikki heilt greitt, hvar Benazir Bhutto var stødd júst tá, men myndugleikarnir vóru skjótir at kunngera, at hon hevði ikki fingið mein.

Millum teirra, sum doyðu, vóru fleiri trygdarmenn og umleið tjúgu løgreglumenn. Umleið 240 fólk fingu skaða av brestunum.

Myndugleikarnir í Pakistan vita ikki, hvør legði bumburnar, men teir vísa á, at al-Qaeda hevur hótt við at beina fyri Benazir Bhutto, sum kom aftur til Pakistan í gjár eftir átta ára útlegd.