Imam Samuda, Ali Ghufron og Amrizi vórðu í 2003 dømdir til deyða fyri at hava verið við til at skipa fyri og fullføra ta blóðu bumbuatsóknina á indonesisku frítíðaroynni Bali í 2002. Allir tríggir eru limir tí islamistiska uppreistrarfelagsskapinum Jemaaj Islamiah, og síðani dómin hava teir sitið í einum fongsli á suðurstrondini á indonesisku oynni Java.
Herfyri bóðu teir dómsvaldið broyta deyðadómarnar til fongsulsrevsing, men í gjár avgjørdi rætturin, at deyðadómarnir verða ikki broyttir, men standa við.
Teir tríggir hava ikki fleiri møguleikar at royna málið í rættarverkinum. Teirra einasti møguleiki at sleppas undan deyðarevsing er at biðja indonesiska forsetan um grið, men teir hava sagt, at tað fara teir ikki at gera. Teir vilja heldur doyggja sum pínslarváttar, hava teir sagt.
Bumbuatsóknin á Bali er ein tann ringasta yvirgangsatsóknin. 202 fólk doyðu, teirra millum nógv útlendsk ferðafólk.