Ein dómstólur í India hevur dømt ein pakistanskan mann til deyða fyri at hava verið uppi í yvirgangsatsóknini at jarnbreytarstøðini og hotellum í indiska býnum Mumbai í 2008.
Atsóknin kostaði 166 mannalív.
Mohammad Ajmal Amir Qasab var tann einasti av yvirgangsmonnunum, sum skal livandi frá atsóknini. Hinir átta doyðu.
Í rættinum bleiv hann dømdur sekur í 86 ymiskum ákærum, eitt nú morði og krígsførslu ímóti India.