Bumbuhóttan á flogvøllinum í Bergen

-I am a terrorist, rópti ein ferðamaður, tá hann var komin umborð á eitt SAS-flogfar á Flesland-flogvøllinum í Bergen í morgun. Løgreglan í Bergen sigur, at talan er um ein 56 ára gamlan kroatiskan ríkisborgara. Hann var saman við einum landsmanni sínum, og teir báðir høvdu júst mynstrað av einum skipi í Bergen.

Løgreglan tók alt fyri eitt teir báðar menninar, og hini ferðafólkini fingu boð um at fara úr flogfarinum.

Løgreglan hevur avbyrgt flogfarið, og servandir hundar skulu nú kanna, um nøkur bumba er í tí. Hetta fer ætlandi at taka fleiri tímar, sigur løgreglan við Bergens Tidende.