Bumbuatsókn í Skt. Pætursborg

Minst 9 eru deyð og 47 eru særd í eini bumbuatsókn móti undigrundsbananum í Sankta Pætursborg.

Minst 9 eru deyð og 47 eru særd í eini bumbuatsókn móti undigrundsbananum í Sankta Pætursborg.

 

Ein bumba brast í einum av tokvognunum á undirgrundarbreytini í russiska stórbýnum tíðliga seinnapartin. Videomyndir vísa, at ein maður letur eitt kuffert standa eftir umborð á einum vogni og stutt seinni fer kuffertið í luftina.

 

Stutt eftir spreingingina varnaðust fólk eitt annað kuffert á eini metrostøð nærindis. Russiska trygdartænastan megnaði at oyðileggja hesa bumbuna, áðrenn hon brast.

 

Undirgrundarbreytirnar í Sankta Pætursborg eru stongdar og trygdin á flogvøllinum herd.

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, er í Sankta Pætursborg í dag, har hann hevur verið á fundi við Aleksander Lukasjenko, forseta í Hvítarusslandi.