Bumban í Gaza broytir Miðeystur-stríðið

Fyri fyrstu ferð vóru útlendingar offur fyri bumbuatsóknum í teimum palestinsku økjunum, tá ein bumba mikudagin sprongdi ein amerikanskan diplomatbil í luftina.

Amerikanararnir eru skelkaðir av myndunum av leivdunum av Cherokee-bilinum, sum fór í smildur, tá ein fjarstýrd bumba brast undir honum mikudagin. Í og uttan fyri bilin lógu líkini av trimum amerikonskum trygdarmonnum, og ein fjórði varð í skundi fluttur á sjúkrahús illa særdur.

Amerikonsku trygdarmenninir koyrdu eftir einum høvuðsvegi á markinum millum Ísrael og Gaza-geiran. Hetta er ein vegur, sum amerikanskir diplomatbilar vanliga nýta, og tí er spurningurin, um bumban var ætlað amerikonskum diplomatum.

Tað ætla amerikanararnir sær at kanna sjálvir. Amerikanski sendiharrin í Ísrael, Dan Kutzer, sigur, at hann og stjórnin í Washington eru skelkað av tilburðinum, og Bush, forseti, hevur lovað, at teir seku skulu finnast og revsast. Men hvørjir eru teir seku? Teir víðgongdu felagsskapirnir Hamas og Islamskt Jihad hava avsannað, at teir høvdu nakað við atsóknina at gera, og tað hevur fingið summi at gita, at al-Qaeda kanska er farið at gera vart við seg í teimum palestinsku økjunum.

Politiskir eygleiðarar í Miðeystri siga, at amerikanarar eru illa umtóktir millum palestinar , sum halda, at USA stuðlar Ísrael og tess framferð, men higartil hava teir víðgongdu palestinsku felagsskapirnir ikki søkt at amerikanarum. Hinvegin hava amerikanarar verið álopsmál í Jemen, Libanon, Saudiarabia, Jordan og í Irak, og amerikonsku myndugleikarnir hava illgruna um, at al-Qaeda skipaði fyri fleiri av hesum atsóknunum.

Tí eru tað fleiri, sum halda, at álopið á diplomatbilin í Gaza boðar frá einari broyting í stríðnum í Miðeystri.

Sambært amerikonsku sendistovuni í Tel Aviv komu amerikonsku trygdarmenninir í friðarligum ørindum til Gaza. Teir skuldu tosa við nakrar palestinskar studentar, sum høvdu søkt um at sleppa á lærdar háskúlar í USA at lesa.