Bumba í iranskum flogfari

Ein bumba varð funnin umborð á einum iranskum flogfari í nátt. Tað eydnaðist trygdarmonnum at taka hana sundur Iransku myndugleikarnir siga, at talan var um eina heimagjørda bumbu, sum lá í einum flogfari, sum var á veg úr býnum Ahvaz til høvuðsstaðin Teheran.

Blaðið Fars skrivar, at bumban bleiv funnin 15 minuttir eftir, at flogfarið var farið á flog úr Ahvat við 131 ferðafólkum umborð.

Flogskiparin fekk boð um at venda aftur til Ahvat, har trygdarmenn fóru umborð og tóku bumbuna sundur, skrivar Fars.