Bumba drap ísraelsk ferðafólk í Bulgaria

Í minsta lagi seks fólk doyðu, tá ein bumba brast í einum bussi í bulgarska frítíðarbýnum Burgas seinnapartin. Bussurin var á veg frá flogvøllinum við ísraelskum ferðafólkum, sum júst vóru komin við flogfarinum. Flogvøllurin er tætt við Svartahavið, og ferðafólk, sum fara til tað kenda frítíðarstaðið Sunny Beach, ferðast um tann flogvøllin.

Eitt eygnavitni hevur greitt frá, at talan var helst um eina sjálvmorðsbumbuatsókn.

Bulgarski innanríkisráðharrin, Tsvetan Tsvetanov, sigur, at talan var um eina tilætlaða atsókn. Løgreglan sigur, at annaðhvørt lá bumban inni í bussinum, tá ferðafólkini fóru inn í hann, ella lá bumban millum viðførið hjá ferðafólkunum.