Bullard gjørdi ársins!

Jimmy Bullard skrivaði seg í søgubøkurnar, tá hann og liðfelaginir úr Hull City framførdu kanska stuttligastu mál feiranina í Premier League søguni, tá teir javnaðu á City of Manchester Stadium. Á Goodison Park møttust tvey lið í mótgangi. Sosialurin var til báðar dystirnar

Fótbóltur

Seinast Hull City vitjaði á City of Manchester Stadium var støðan í hálvleikinum 4-0 til Man City. Venjarin hjá Hull, Phil Brown, var so í øðini, at hann valdi at hava hálvleikssteðgin á vøllinum frammanfyri Hull viðhaldsfólkinum. Myndir av Phil Brown og hansara talu við peikifingrinum fremst fóru heimin runt.
Leygardagin vóru Phil Brown og Hull, gamla felagið hjá Julian Johnsson, aftur á vitjan hjá Man City. Við støðuni 1-0 til heimaliðið, fekk Hull brotsspark stutt fyri leiklok – frammanfyri Hull viðhaldsfólkinum.
Jimmy Bullard, sum er kendur fyri at verða ein skemtari millum liðfelagarnar, fekk ábyrgdina og skoraði uppá brotssparkið. Eftir hetta settu allir spælarnir seg í ein ring, eins og seinast, men í leiklutinum sum Phil Brown, var Jimmy Bullard. Við peikifingirinum fremst, eftirgjørdi hann somu taluna, sum Phil Brown gjørdi seinast. Hesa ferð var lagið tó nógv betri á spælarinum og sjálvt onkur Man City viðhaldsfólk máttu smílast.
Myndirnar av nýggju “Phil Brown taluni” eru eisini farnar kring knøttin. Phil Brown sjálvur var í góðum lag eftir dystin og helt at feiðringin var skemtilig og vísti at lagið í Hull er gott fyri tíðina. Mark Hughes var hinvegin í øðini um brotssparkið, sum hann ikki helt skuldi verða dømt. Viðhaldsfólkini hjá Man City hava nú sæð liðið hjá teimum spælt javnt sjey ferðir á rað. Teir hava í fýra av dystinum mist leiðsluna í seinna hálvleiki, og lagið var einki serliga tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.

Grannaupperð í Liverpool
Sunnudagin var grannauppgerð á Goodison Park millum Everton og Liverpool. Heimaliðið fekk í vikuni at vita, at planirnar um nýggja leikvøll ikki blivu góðkendar. Everton hevur eins og Liverpool planir um at byggja nýggjan leikvøll. Eitt er greitt, tað verður ikki talan um at deila ein heimavøll eins og eitt nú Milan liðini gera.
Dysturin var ikki meir enn byrjaður, so skolaðu rópini móti Everton viðhaldsfólkinum, um at teir kundu byggja sítt egna leikvøll. Everton viðhaldsfólkini svaraðu aftur at teir heldur ongan hug høvdu at deila leikvøll við grannarnar.
Stemningurin var annars góður millum viðhaldsfólkini. Hvørki áðrenn ella aftaná dystin var neyðugt hjá løgregluni at trakka til, ella skilja partarnar at. Í mun til eitt nú dystin millum Liverpool og Man Utd fyrr í ár, har vitjandi viðhaldsfólkini úr Manchester blivu førd inn á Anfield áðrenn og fylgd út aftaná av løgregluni, so vóru bara nøkur fá løgreglufólk á hestum, sum hildu skil á.
Dysturin hevði alt tað, sum vantast kann av einki grannauppgerð í Onglandi. Massar av hørðum nærdystum, ógvusligar taklingar og ikki minst ein intensan stemning. Gott fótbóltsspæl kemur í aðru rekkju í slíkum dystum, serliga tá hugsað verður um ringu støðuna hjá báðum liðnum.
Liverpool kom á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, tá Javier Mascherano royndi seg við langskoti. Bólturin rakti ein Everton verjuleikara og snýtti Tim Howard í Everton málinum.
Eftir hetta setti Everton seg á dystin og Goodison Park. So hvørt sum álopini skolaðu móti Liverpool málinum, øktist stemningurin millum Everton viðhaldsbólkini. Men tvær ferðir rangstøða og ein væl spælandi Pepe Reina í Liverpool málinum vóru í vegin.
Tíggju minuttir fyri tíð sprellaði Liverpool so aftur. Tim Howard hálvbjargaði einum skoti og fyrstur á leysa bóltin var Dirk Kuyt, sum lættliga kundi skjóta bóltin í tóma málið. Viðhaldsfólkini hjá Everton høvdu sæð nokk og byrjaðu at fara av stadion.
Liverpool viðhaldsfólkini vóru skjót at geva teimum eina heilsan á veg út: “going down, going down, going down” ljóðaði tað. Everton er nú bara trý stig frá niðurflytingarstrikuni, meðan hini úrslitini gjørdu at Liverpool nú er komið uppá fimta pláss.