Vakur og øðrvísi sangur verður framførdur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld. Tær tríggjar Katrina Petersen, Unn Paturson og Anna Maria Olsen mynda sangbólkin KATA, sum syngja bulgarskar fólkasangir.
Bulgarskur fólkatónleikur er heimskendur fyri sítt serstaka ljóð. Við skeivum takt-artum, tøttum samljómum og við einari hvassari og ótilgjørdari raddarfyrimynd, skapar hesin tónleikur eitt heilt serstakt og øðrvísi ljóðunivers.
Tær tríggjar siga, at bulgarskur lelele-sangur við jembe heilt vist er ein onnur uppliving enn tann vanliga føroyska kórkonsertin.
Sangarinnurnar eru allar virknar sum solistar í ymiskum høpum, og hava nógvar royndir innan kórheimin.
Gestatónleikari á konsertini er Rógvi á Rógvu, ið er sera kendur á føroyska pallinum fyri sítt trummuspæl.
Konsertin, sum verður í kvøld klokkan 20 er almenn og atgongumerkið kostað 120 krónur.










