Bólkur C
Fyri mangar fótbóltshugaðar føroyingar hevur tað helst serligan áhuga, at tey bæði norðurlendsku umboðini í EM-endaspælinum, Svøríki og Danmark, komu í sama bólk.
Hinvegin munnu tað eisini vera mong, sum harmast um, at tað eftir øllum at døma verður soleðis, at bert annað teirra kemur víðari úr bólkaspælinum.
Tað er nevnliga einki at ivast í, at Italia er stórfavorittur at vinna bólkin. Gaman í hevur italska landsliðið ikki vunnið seg á tindin síðani 1982, tá Rossi & Co. kundu lyfta HM-steypið, men ikki ein gong ta ferðina tóktist hópurin av hava slíka styrki, sum tann í dag.
Við eitt nú Totti, del Piero, Buffon, Vieri og Zambrotta tykist liðið á navnalistanum veruliga at vera ein avbjóðari hjá Fraklandi. Nakað sum helst eisini verður undirstrikað av, at ein somikið sterkur leikari sum Gattuso eftir øllum at døma noyðist at taka til takkar við einum plássi á beinkinum.
Norðulendsk grannauppgerð
Heilt so sterk nøvn tykjast Danmark og Svøríki ikki at hava, men kortini eru tó nakrir profilar at síggja.
Hjá Svøríki varð tað mest av øllum at sammeta við heimsins størstu jólagávu, tá Henrik Larson boðaði frá, at hann kortini fer at umboða landsliðið aftur. Henke hevur annars bert hugsa um felagsfótbóltin seinnu árini, har hann hevur bumba mál í kilometurvís inn í bestu skotsku deildini.
Nú verður roknað við, at hann saman við Zlatan Ibrahimovic skal skjóta Svøríki víðari í kappingini, men tíðin at fáa glið á samstarvið er stutt, tó at Larsson legði fyri longu í fyrsta venjingardystinum, tá hann skoraði fyrsta málið í svenska 3-1 sigrinum á Pólandi.
Hjá Danmark tykist lagið ikki vera heilt so gott, sum tað er hjá Svøríki. Seinsatu nógvu mánaðirnar hava donsku miðlarnir gramt seg um, at Thomas Gravesen er leikbannaður til fyrsta dystin móti Italia, og roknað verður við, at tað verður sera striltið at fáa miðvøllin at rigga uttan Everton-leikaran. Hartil stendur tað mest sum greitt, at Jesper Grønkjær av persónligum ávum ikki verður við í kappingini, og so fer av álvara at tynnast í danska hópinum, sum ikki hevur so nógvar leikarar av europeiskum topp-klassa at taka av.
Nógvar vónir verða tó ivaleyst settar til Jon Dahl Tomasson, sum veruliga hevur sligið til á meistaraliðnum hjá Milan í ár, men um tað í sjálvum sær verður nóg mikið, er tó ein onnur søga.
Ókendi faktorurin
Seinasta landið í bólki C er Bulgaria, og fyri mong man hetta verða ókendi faktorurin í bólkinum. Sæð burtur frá Hristov og Petrov, so munnu tað ikki vera tey heilt nógvu nøvnini í hópinum, sum vekja ans hjá vanliga fótbóltsáskðarunum, og tað má helst metast sum ein sensatión, um liðið megnar at enda á øðrum av ovastu sessunum í bólkinum.
Liðið megnaði tó at spæla seg fram til endaspælið, og tí skulu teir sjálvandi takast í álvara, og ein tryggur 3-0 sigur á Cameroon í venjingardysti herfyri bendir í øllum førum á, at Bulgaria kann vera vandamikið.
Og so kann Bulgaria helst eisini bara lítað nøkur ár aftureftir. Tað mundu ikki vera so nógv, sum kendu Balakov, Letchkov og fleiri aðrar undan HM-kappingini í ?94, men við fjórða plássinum her tók liðið ta ferðina allan heimin á bóli.









