Ein hørð byrjan, nú Norrøna hevur siglt í gott tríggjar tímar. Talan er um tann tiltikna ungdómstúrin, har yvir 600 ung fólk hava skipið fyri seg sjálvan Nú Norrøna hevur siglt í gott tríggjar tímar má sigast, at tað hagartil er ómetaliga væl eydnað.
600 ung fólk frá øllum landinum hittast í hesum døgum umborð á Norrønu, og lagt verður hart út.
Kl. 11.00 í morgun lat Cafe Natúr í Havn hurðarnar upp fyri ferðafólkunum hjá Norrønu. Cafe?in var fullsett upp til fráferðina, og veitslan má sigast at hava funnið sín veg umborð.
Dj?ararnir og tónleikararnir hava undirhildið síðan Norrøna legði frá kei kl. 14 í dag, og hildið verður fram við tónleikinum inntil kl. 07.00 í morgin.
Norrøna hevur eisini lagt upp til undirhald av ymsum slag. Í kvøld verður ølstaffet, og í morgin verður spruttbingo. Ungdómstúrurin má sigast at hagartil hava liva fult upp til vónirnar hjá teimum 600 ungu føroyingunum, ið hava leitað sær umborð.
Planet er við á túrinum, og seinni í kvøld ber til at síggja myndir frá fyrsta degnum av ungdómstúrinum hjá Norrønu.