Bugatti Galiber Concept

Ein av heimsins kvikastu sportbilum nakrantíð, Bugatti Veyron, kemur eftir ætlan í eini sedan útgávu um eini trý ár.

Talan verður um Bugatti Caliber, sumhelst verður tann kvikasti sedan við fýra hurðum, sum nakarantíð er gjørdur.


Roknað verður við at bilurin, sum fyri tað mesta verður gjørdur úr kolfibri og poleraðum aluminium, kemur at hava yvir 800 hk.


Fyrstu bilarnir koma á marknaðin síðst í 2012. Árliga framleiðslan verður upp á tilsamans 300 bilar.


Í ár eru annars 100 ár liðin síðan franska bilmerkið Bugatti sá dagsins ljós í 1909. Bugatti verksmiðjan varð sett á stovn av Ettore Bugatti, sum var italienari. Bugatti vórðu skjótt kendir fyri sínar eksklusivu og sportligu bilar við stórum motorum.


Bugatti verksmiðjan framleiddi bilar til síðst í 50-unum, tá hon kom í fíggjarligar trupulleikar og mátti gevast við framleiðsluni av bilum. Í 1998 keypti VW-konsernin rættindini til Bugatti.