Orð og tónar tjóvstartar árliga mentanardagin í Havn hóskvøldið 11. juni kl. 20:00 við suðuramerikonskumlitum og galdri, við harðligum føroyskum søgnum og við Terrysa fatan av okkara søgu. Orð og tónar, mentanartiltakið sum er samstarv millum Reinsaríið í Havn og Sprotan, verður á Reinsaríinum.
Byrjað verður við eini samrøðu við Ennu Garðshorn Mikkelsen um kópakonuna, og hvussu henda søgnin er ein eksistentiellur spegil inn í okkara innaru rúm, inn í longsil, tráan, vald, valdsloysi og heimloysi. Enna fer í næstum at geva sína endursøgn og viðgerð av “Kópakonuni” út á føroyskum og enskum. Elsa Heinesen hevur myndprýtt bókina.
Marianna Hoydal og Dorit Hansen fara at viðgera og skifta orð um stórverkið hjá nobelsheiðurslønta rithøvundanum Gabriel Garcia Marquez, Hundrað ára einsemi, ein episk og litrík søga um eina familju og ein bý, full av kríggi og kærleika, longsli og einsemi. Hans Tórgarð fer at lesa brot upp úr bókini.
Kjartan Hansen fer at greiða eitt sindur frá síni verkætlan Terrysa saga, har hann, úr sjónarhorninum hjá klovninum Terry, finnur eina nýggja verð í føroyskari søgu, og á tann hátt gevur okkum ein nýggjan og ósjálvhátíðarligan spegil at síggja okkum sjálv og søgu okkara í. Terrysa saga verður skjótt givin út á filmi og verður eitt brot víst hetta kvøldið.
Eisini fáa vit eina persónliga og eitt sindur ørkymlaða heilsu frá Viljálmi við Hoygil, ein av okkara bestu men eisin mest undirmettu rithøvundum, sum gevur nýggju skaldsøguna Bókina um tað góða út í summar.
Budam fer at tryggja rætta teatriska og magiska hugalagið við sínum hugtakandi tónleiki.
Skráin er henda:
20:00 “Kópakonan”, ein eksistentiellur spegil – samrøða við Ennu Garðshorn Mikkelsen
20:25 Hundrað ára einsemi. Viðgerð, upplestur og tónleikur – Marianna Hoydal, Dorit Hansen, Hans Tórgarð og Budam
21:10 Steðgur
21:20 Um Terrysa Saga, innleiðsla og filmsbrot – Kjartan Hansen
21:40 Persónlig heilsan frá Viljálmi við Hoygil
21:50 Budam