Brynja seg til valið

Valskráin hjá Javnaðarflokkinum verður eftir ætlan klár at leggja fyri eykalandsstevnu í november

Veljarakanningin hjá Dimmalætting vísti eisini, hvønn fólk helst vildu hava til løgmann. Edmund Joensen fekk lítla undirtøku, bert 7,6%, meðan Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum fekk eitt sindur meira - 8,1%.

? Hatta er sjálvsagt gleðiligt, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini vísir á, at tvey umboð úr Javnaðarflokkinum eru millum tey fimm, fólk helst vilja hava til løgmann.

? Hatta er nakað nýtt, at fólk fær handan spurningin, og tí eru svarini kanska heldur ógreið. Men sum eg fyrr havi sagt, so hevur tað sjálvandi týdning, at tú hevur uppbakking í tínum egna flokki, men tað hevur sanniliga eisini týdning, at tú ert væl umtóktur í øðrum flokkum. Tí aftan á valið verður tað eitt formans umfar, har ein floksformaður verður valdur út at royna at skipa landsstýri.

Jóannes Eidesgaard sigur annars, at Javnaðarflokkurin er farin undir valfyrireikingarnar.

? Vit hava floksleiðslufund í vikuskiftinum, har sett verður hol á fyrireikingarnar. Síðan skal valskráin fyrireikast. Vit nýta so tíðina fram til eykalandsstevnuna í november, sum kemur at taka endaliga støðu til skránn.

? Vit vilja fegin verða brynjað til valið, sum verður í seinasta lagið í juli komandi ár, hóast eg ikki vænti, at talan verður um eitt summarval næstu ferð - heldur verður talan um val í vár, sigur Jóannes Eidesgaard.