Brynja okkum til tunnilsdagin

- Vit merkja væl, tá tunnilsdagar eru, og SMS summar av lívi. Vit brynja okkum til dagin við nógvum serligum upplivingum, sigur Bogi Andreasen

Ferðslan gongur ikki bert út í økini úr miðbýnum, men eisini hinvegin. Og tað brynjar SMS seg eisini til.
- Vit hava jólabýin, sum altíð er áhugaverdur, og so verður skipað fyri serligum tiltøkum leygardagin. Experiment og MGK kórið fer at syngja, og so hava vit Lindu Andrews á Torginum klokkan 18, og Angela og Olgar fara at undirhalda, sigur Bogi Andreasen.
Sum nakað nýtt fer Baresso at selja nýbrendar mandlur, og opið verður heilt fram til klokkan 20.
- Vit merkja væl, tá tunnilsdagar eru. Matarstøðini hava leingi opið, heilt fram til klokkan 22. Tað merkir, at fólk kunnu koma inn og fáa sær ein bita at eta í ro og mag, sigur Bogi Andreasen.
Aktiviteturin er avgjørt størri tunnilsdagarnar.
- Bæði SMS og miðbýurin sum so hava nógv at bjóða fólki, og bæði SMS og miðbýurin gerast meira og meira hugnalig, sigur Bogi Andreasen.
Hann sigur, at ísvøllurin avgjørt er eitt gott tilboð til bæði havnarborgarar og fólk av bygd.
- Tey kunnu koma til Havnar, standa á skoytum á Vaglinum, og síðani leggja leiðina fram við SMS og hugsa sær við jólabýnum ella leska sær í onkrum av matstøðunum, sigur Bogi Andreasen.
Hann heldur, at tað eru nógv fólk, ið leita sær til Havnar tunnilsdagin.
- Tað er eisini tí vit royna at gera nakað serligt burtur úr hendan dagin við konsertum og kórsangi, sigur Bogi Andreasen.