BARNABÓKAVIRÐISLØN
Tað kann ikki sigast annað enn at vera ein góð byrjan hjá Brynhild Andreasen. Fyrsta og einasta bókin, hon hevur skrivað, barnabókin Kuffi, sum kom út í fjør, er í uppskoti til Barnabókavirðisløn Útnorðurráðsins í ár og verður í hesum sambandi týdd til íslendskt, grønlendskt og annað norðurlendskt mál.
Og Brynhild er sum vera man fegin.
- Hetta hevði eg als ikki væntað, sigur Brynhild, sum til dagligt arbeiðir sum lærari á Sernámsdeplinum.
Hugskotið til bókina hevði hon í nógv ár, áðrenn hon setti seg at skriva.
- Tað kom eitt kvøldið, vit grillaðu fisk og fóru at tosa um fiskanøvn. Tá komu nøvnini kuffertfiskur, havtaska og annað á borðið, og beinanvegin sá eg eina søgu fyri mær. Hóast hon ikki bleiv skrivað beinanvegin, fór hon ikki frá mær, og tá hon var skrivað, lá hon leingi, áðrenn eg sendi hana víðari til Bókadeildina.
Spurd um hon hevur onnur hugskot, sigur hon, at okkurt er.
- Havi onkur hugskot. Tankarnir eru kanska vaksnir, men hugskotini eru til børn. Tað er stuttligt at skriva til børn, og ikki minni stuttligt at lesa fyri børnum. At fyrsta bókin hevur fingið so góða móttøku, gevur mær áræði til meir, sigur Brynhild.
Føroyska málið er ein trupulleiki, heldur hon kortini.
- Tað fellur mær ikki lætt at skriva orð, sum eg ikki kundi funnið uppá at sagt sjálv, men tað eri eg noydd til í bókini. Málið er frá byrjan broytt nógv, tí bókin er farin ígjøgnum nógvar hendur, sigur hon, og leggur afturat.
- Eg veit ikki, hvat er meiri føroyskt, enn tað sum føroyingar tosa í dag.
Fleiri at velja ímillum
Føroyska ummælisnevndin við Helenu Dam á Neystabø, Oddfríði Rasmussen og Oddvør Johansen hevði umleið fimtan barna- og ungdómsbøkur, sum eru skrivaðar síðstu trý árini, at velja ímillum. Og sambært Helenu Dam á Neystabø var ikki lætt at velja.
- Nógvar góðar barna- og ungdómsbøkur eru komnar út í Føroyum seinastu trý árini. Vit valdu bókina um Kuffa, tí hon er nýskapandi bæði í innihaldi og tema, sigur hon.
Í grundgevingini verður sagt, at bókin er væl uppsett, og tekningarnar, sum eru góðar og einfaldar, hóska væl til tekstin. Kuffi byggir á eitt ævintýrakent og stuttligt hugskot um kuffertfiskarnar Kuffa og Uffa og um havtaskurnar Havdís og Havlisu. Hesir løgnu fiskar eru tó ikki so veruleikafjarir kortini. Og á sín hátt sigur bókin eisini frá vistfrøðini í havinum, um vandan hjá summum fiskasløgum at vera avoydd, og um náttúrunnar undrunarverdu mátar at endurskapa javnvágina. Eisini onnur evni sum eru gerandis í millum annað Føroyum og í útnorði, fáa týdning fyri gongdina í søguni, tí havið er sjálvt umhvørvið í bókini.
Eisini meiri álvarslig evni sum til dømis rasuskilnaður, veruligt vinarlag, kærleiki og burturhugur hava týdning fyri søguna um Kuffa. Hóast fiskar, so hava høvuðsfiskarnir bæði lív og lyndi. Teir eru stuttligir og fáa í heilum lesaran at smílast við og flenna. Teir eru viðkomandi fyri børn, og vit verða góð við teir.
Kuffi er ævintýr, har hetjurnar skulu prógva fyri sær sjálvum og umheiminum, at tær við hegni, vísdómi og styrki megna at vinna á stórum forðingum og trupulleikum. Megna tey uppgávuna, so bjarga tey bæði sær sjálvum og sínari ætt. Hesin frásøguháttur skapar spenning og fremur lesihugin, sigur ummælisnevndin.
Týddar
Í hesi vikuni verður eisini greitt, hvørjar bøkur verða í uppskoti til virðislønina úr Íslandi og Grønlandi. Um góðan mánað ella so verður avgerð tikin um, hvør bókin fær heiðurin, og virðislønin verður handað á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum í august í ár. Virðislønin er 60.000 kr.
Tað var á ársfundi í Útnorðurráðnum fyri tveimum árum síðani í Íslandi, at avgerð varð tikin um at seta á stovn eina Barnabókavirðisløn. Endamálið við stovnanini er at stuðla bókmentirnar í Útnorði og at stimbra teir høvundar, sum evna til børn. Eisini er ynskið hjá ráðnum at gera vart við, at Útnorður er eitt øki, sum hoyrir saman. Ein virðisløn sum hendan er við at gera hesa felagsskaparkensluna sjónligari.
Bøkurnar, sum eru í uppskoti til virðislønina, verða týddar til hini málini, og tí er møguligt hjá eitt nú íslendskum og grønlendskum børnum at lesa um føroyska Kuffa á havsins botni. Eisini hetta er eitt endamál hjá Útnorðurráðnum.