Brynhild innleiðir film úr Raqqa

Brynhild Thomsen, sum hevur stóran áhuga fyri journalistum, ið við lívinum sum innsatsi, arbeiða í heimsins brennideplum, fer í kvøld at innleiða sýningina við spildurnýgga amerikanska heimildarfilminum ”City of Ghosts”.
 
Filmurin er um RBSS, "Raqqa Is Being Slaughtered Silently". RBSS eru óheftir journalistar, skúlalærarar og aktivistar, ið hava dirvið at brúka samskiftistøkni at siga umheiminum frá beint úr hjartanum í Sýria, Raqqa. Síðan 2014 hevur Raqqa verið í hondunum á sokallaða islamiska statinum, IS.
 
Matthew Heineman hevur gjørt filmin um Raqqa.
 
Filmsfelagið vísir ”City of Ghosts” í Havnar Bio í kvøld, har Filmsdagar í Felag eru.