Í oynni verður møguligt at vitja Ovasavnið, síggja bátin hjá Ova, Dianu Victoriu, og mangt annað forvitnisligt.
Á keiøkinum verður bygdarhugni og bryggjudansur við Harmonikufelagnum. Umframt hugna við tónleiki verður eisini suppu- og vaflusøla.
Kom til Nólsoyar við Westward Ho.
Í sambandi við bryggjudansin siglir Westward Ho av Høgukei út til Nolsoyar tíðliga um kvøldi, og úr Nólsoy og aftur til Havnar um midnáttarleitið, tá tiltakið endar.
Øll eru hjartaliga vælkomin í bryggjudans.
Stuðla Ovasavninum á staðnum við at lata eina peningagávu á keiøkinum.
Sí nærri kunning um Oyggjadagin og bryggjudansin á facebook/oyggjadagur, og fá kunning um túrin við Westward Ho á visittorshavnshop.fo
##med2##
##med3##