Umhvørvisstovan hevur 20. desember 2021 veitt umhvørvisgóðkenning til bryggjaríið P/F OY á Heykavegi á Hálsi í Havn.
Talan er um eitt sonevnt mikrobryggjarí.
Umhvørvisstovan metir ikki, at ampar verða av eitt nú óljóði, lukti ella dusti frá framleiðsluni, skrivar Umhvørvisstovan í tíðindaskrivi.
Í umhvørvisgóðkenningini verða treytir settar til eitt nú spillivatn, lukt og óljóð.
Umhvørvisgóðkenningin sæst her.
Almenna kunngerðin um umhvørvisgóðkenningina sæst her
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri, sigur Umhvørvisstovan.
Myndin er av facebook-vanganum hjá OY.










