Bryggjan við Grótrætt avhendað

Arbeiðið at gera bryggjuna við Grótrætt í Klaksvík er liðugt og bleiv í dag handað Klaksvíkar kommunu.

Kaiøkið við Grótrætt verður meira og meira brúkt, eitt nú eru nøkur russisk skip, sum nýta kaiøkið. Har umframt hevur Magn nógv virksemi við Grótrætt, har teir ímóti tangaskipum, veitir gassolju til skip og hevur Magn eisini oljugoymslu á økinum, skrivar Klaksvíkar Kommuna..

Partur av arbeiðinum, sum Kanjon hevur gjørt fyri Klaksvíkar kommunu, er at betra um trygdarviðurskiftini á økinum.