Hesaferð var talan um Café Paname, sum húsast í Gamla Bókhandli í Havn.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at hetta innbrotið varð meldað til løgregluna klokkan 08:10 í gjáramorgunin. Tjóvarnir hava stolið øl og spiritus, verður sagt.
Eisini sunnumorgunin var eitt innbrot melda á aðrari café í Havn, har 10 rammur av øl og cider vórðu horvin.
Vakthavandi sigur, at enn er eingin tikin fyri innbrotini, men at tey arbeiða við málunum.
– Vit eru ikki von við, at tað eru fleiri innbrot soleiðis í rað, men tá so er, so er ofta ein samanhangur í tí, sigur vakthavandi.
Og aftur hesaferð heitir løgreglan á fólk, um tey hava sæð eitthvørt, um at venda sær til løgregluna.
##med2##