Brutu inn í sama stað – tvær ferðir

Innnbrotstjóvarnir hava vitað, at tað var eitt gott mið

Leygarmorgunin varð ringt til løgregluna at melda, at tað hevði verið inn brot í einum hjalli í Havn. Í hesum sambandi høvdu tjóvarnir tikið nakrar fløskur av brennivíni og ein ølkassa.

 

Tá varð hjallurin ólæstur og leygardagin varð so lás sett á hjallin. Men tað hjálpti lítið, tí tá ið eigarin kom upp sunnudagin sá hann, at tá hevð aftur innbrot verið í hjallinum. Lásið var brotið upp og nakað av øli var stolið. Tað er hugsandi, at talan er um somu tjóvar, sum hava hildið, at hesin hjallurin var eitt gott mið, tá ið spruttið var uppi.

 

Í Klaksvík varð eisini boðað frá, at eldur var í eini garasju. Sløkkiliðið varð sent á staðið og fekk bast eldinum. Fyribils sær út til, at eldurin er kyknaður við ein bensinrikan brekkara, men tað verður nú kannað.

 

Aftur í nátt hevur løgreglan tikið nummarplátur av bilum, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt. Hesa ferð vóru tað nakrir bilar í Suðuroynni, sum mistu pláturnar.