Hvussu hevur árið 2014 verið?
- Eg havi glett meg um nógv í 2014. Skúvoy fekk nýggjan Sildbera, Sandoyartunnilin kom aftur á banan, og pensjónistarnir fáa 350 krónur aftrat komandi ár, hóast at eg hevði ynskt, at teir fingu tað trífalda. Eg gleðist eisini um, at eg havi eina góða familju sum stuðlar mær væl.
Tað sigur Gerhard Lognberg, løgtingsmaður.
Hvat minnist tú best frá 2014?
- At eg varð væl móttikin av løgtings-og landsstýrisfólkunum í Sambandsflokkinum, eftir at leiðslan í Javnaðarflokkinum vrakaði meg brutalt, grundað á etisk mál og mín leiklut at stríðast fyri tí meiniga føroyinginum.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- Eg havi havt nógvar persónligar upplivingar í 2014. Var ein túr á Bornholm í summar og í danska fólkatinginum. Saman við konu míni Arnu var eg eisini í Svøríki og vitjaði beiggja mín við familju.
Gerhard Lognberg sigur, at tað eisini var ein stór uppliving fyri hann, at hann legði uppskot fyri tingið um frystan fisk, sum varð samtykt, tó nakað broytt.
- Eftirfylgjandi hoyrdi eg, at Sandoy Seafood møguliga fór at lata uppaftur.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?
- Eg vil helst gloyma tann politiska ágang, sum var ímóti mær í 2013 og 2014 - um nøkulunda somu tíð, sum eg var herjaður av sjúku.
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- Eg gleðist um, at Sandoy Seafood letur upp aftur í 2015, og mítt ynski er, at allir føroyingar skulu hava tað gott í 2015 - ikki minst tey, sum nú hava tað trupult.
Gerhard Lognberg sigur, at tað er eisini hansara ynski, at føroyingar seta Harran Jesus Kristus fremst í okkara lívi - um tað mangan kann kennast stríggið.