Torstein Solem frá Pelagisk Forening í Noregi tosaði um Føroyar sum brøðratjóð ella ein plága.
Solem kallaði tað at skjóta seg sjálvan í fótin at ovurfiska, meðan uppsjóvarfiskurin er í føroyskum sjógvi, tí broytingarnar eru so stórar.
- Uppsjóvarfiskurin kann vera í føroyskum sjógvi í eitt, tvey, trý ár, men so kann hann vera burtur aftur, og hvat gera tit so, spurdi Torstein Solem.
- Føroyar hava ein so lítlan flota, sum so fá eiga, so hvønn rætt hava Føroyar at taka so nógv út av stovninum, sum teir gera, helt Solem fram.
Síðani kom hann inn á laksin, og spurningin um, hvørt hesi fiskurin eisini skuldi boykottast fyri at fáa gongd á samráðingarnar.
Hann endaði tó við, at vit eru brøðrafólk, og at fiskurin er týdnigarmikil fyri Føroyar.
- Men fiskurin er enn meira týdnigarmikil fyri okkum, staðfesti Torstein Solem at enda.