Brúkarin velur bestu lýsingina

Felagið Føroysk Marknaðarfólk, skipar fyri almennari kapping, har føroyski brúkarin skal velja bestu lýsingarnar

 

 

Tað er nevndin í felagnum, sum hevur tilnevnt tær ymisku lýsingarnar, ið brúkarin nú kann skíra ársins bestu. Talan eru um tríggjar lýsingarbólkar, har einasta kravið var, at lýsingin skuldi vera brúkt ella sædd í Føroyum í 2013. Teir 13 tilnevndu lýsararnir eru limir í Felagnum Føroysk  Marknaðarfólk, umframt nakrir aðrir lýsarar, sum nevndin metti, hava gjørt eitt nóg gott arbeiði, til eisini at vera tilnevndir í kappingini.

 

Lýsingarnar, ið atkvøðast kann fyri, eru bólkaðar undir prentlýsingar, sjónvarpslýsingar og marknaðarátøk. Á Facebook-síðuni Felagið Føroysk Marknaðarfólk sæst, hvussu atkvøðast kann fyri ymsu lýsingunum.