Brúkarar og byggivinna meira bjartskygd

Nýggjasta konjunkturkanningin vísir, at føroysku húsarhaldini og byggivinnan eru meira bjartskygd um framtíðina.

Nýggjasta konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum vísir, at føroysku húsarhaldini og byggivinnan eru meira bjartskygd um framtíðina.

 

Tað sigur fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi í kvøld.

 

- Samlaða konjunkturvísitalið er tó lækkað úr 32 til 23. Vísitølini fyri tilfeingis- og ídnaðarvinnur, handilsvinnuna og tænastuvinnuna lækka nakað, og tí lækkar samlaða konjunkturvísitalið eisini.

 

Fíggjarmálaráðið sigur, at vísitølini fyri húsarhaldini og byggivinnuna hækka hinvegin.

 

- Allir vinnubólkar merkja framvegis framgongd í sølu, eftirspurningi og bíleggingum, tó at framgongdin er minni sammett við fyri hálvum ári síðani.

Lagt verður aftrat, at vísitalið fyri føroysk húsarhald er vaksið úr 3 til 9 í nýggjastu konjunkturkanningini. Húsarhaldini svara nakað tað sama sammett við í konjunkturkanningini í summar.

 

- Metingarnar um búskapin og arbeiðsloysið næstu 12 mánaðirnar er meira positiv. Flestu húsarhaldini svara, at tey vænta mest sum óbroytta fíggjarstøðu næsta árið, og at tey framvegis spara nakað upp.

Fíggjarmálaráðið vísir eisini á nøkur høvuðsúrslit í nýggju konjunkturkanningini:

• Byggivinnan hevur merkt framgongd síðsta árið, og vinnan væntar at fáa tørv á meira arbeiðsmegi
• Framleiðslan í byggivinnuni verður í løtuni avmarkað av troti á arbeiðsmegi
• Handils- og tænastuvinnurnar merkja framgongd í sølu og eftirspurningi, tó at framgongdin er minni sammett við fyri hálvum ári síðani
• Flestu vinnubólkar vænta vaksandi eftirspurning og sølu næstu tólv mánaðirnar
• Føroysk húsarhald vænta sum heild framgongd í búskapinum og at arbeiðsloysið lækkar næsta árið

Konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum varð gjørd í januar í ár.

 

- Konjunkturbarometrið gevur ábending um, hvussu brúkarar og vinnulív meta um tíðirnar, hvussu støðan í búskapinum er beint nú, gongdina farnu tólv mánaðirnar og útlitini fyri næstu tólv mánaðirnar. 

 

Fíggjarmálaráðið leggur aftrat, at metingarnar sjálvsagt skulu lesast við teimum fyrivarnum, sum knýta seg at tílíkum kanningum.