Skulu vit hava verja okkara grindadráp fyri umheiminum, eiga vit at brúka teir møguleikar, sum eru.
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Hann sigur, at landsstýrið hevur nú umhugsað at brúka Facobokk, Twitter og aðrar sosialar miðlar, til at verja okkara grindadráp, og til at svara teimum mótmælum, sum koma.
Hendrik Old, tingmaður, hevur spurt Løgmann, hvat hann mælir løgtingslimum til at gera, tá ið teir fáa mótmæli ímóti grindadrápi frá útlendingum.
- Heldur løgmaður, at løgtingslimir skulu svara ella ikki, vildi Hendrik Old hava at vita frá løgmanni.
Og heldur løgmaður, at løgtingslimir skulu svara, er so ikki rættast, at teir fáa eitt felags skriv frá løgmanskrivstovuni, so at tingfólk draga eina línu, tá ið tey svara.
Løgmaður sigur, at hann vil ikki áleggja tingfólk til nakað ávíst.
- Tað stendur til tingfólk sjálvi um tey svara, sigur løgmaður.
Hann heldur, at tað er ikki neyðugt at svara hópframleiddum mótmælisskrivum.
Men summi mótmælisskriv víkja frá við tað, at tey eru persónlig, og tey plaga løgmansskrivstovan at svara.
Hann sigur, at løgmansskrivstovan hevur í fleiri ár havt nøkur ávís svar, sum eru klár at senda mótmælisfólki, og vilja løgtingslimir hava tað svarið, er einki til hindurs fyri tí.
Hann heldur enntá, at tað er sjálvsagt, at løgtingslimir fáa almennu svarini úr løgmansskrivstovuni, tí hann staðfestir, at talan er um eitt ógvuliga eymt mál fyri okkara útflutning og okkara ferðavinnu. Tískil hevur tað avgerandi týdning, at mótmælini verða handfarin á rættan hátt.
Annars sigur løgmaður, at tá ið grindamótmæli verða svarað, er eisini neyðugt at brúka teir samskiftismøguleikar, sum eru.
Tískil hevur løgmansskrivstovan umhugsað at brúka Facebook og Twitter og aðrir sosialar miðlar í arbeiðnum at verja okkara grindadráp.
Tað hevur stóran týdning at koma víða út við boðskapinum, heldur løgmaður.
Les annars meiri um almennu, føroysku støðuna til grindadráp, við at trýsta HER
|










