Í morgin millum klokkan 10 og 12 bjóðar Føroya Skipara-og Navigatørfelag til tað, tey rópa brúgvakaffi í hølum felagsins.
- Seinast, vit hittust, var luttøkan góð, og 22 mans møttu til tiltakið.
Í felagnum halda tey, at tað altíð er gott og hugnaligt at hittast og tosa um alt millum himmal og jørð, sum tikið verður til.
Tá brúgvakaffi verður í morgin, fer formaðurin, Annfinnur Garðalíð, at greiða frá um sáttmálasamráðingarnar við Reiðarafelagið.
Í samráðingunum millum partarnar stendur í botni, og í síðstu viku varð semingsstovnurin boðsendur.
Verandi sáttmáli millum partarnar er enn einaferð longdur, hesaferð til á midnátt mikukvøldið komandi.
- Vit vóna, at luttøkan til brúgvakaffi í morgin verður góð, siga tey í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
##med2##