Týsdagin kallaði býráðsformaðurin í Havn til eykabýráðsfund við einum máli á skránni. Gerast skuldi av, um verandi reglugerð fyri Bussleiðina skuldi broytast, so politiskar lýsingar í sambandið við býráðsvalið kundu loyvast á býarbussunum.
Orsøkin til fundin var, at tríggir flokkar í býráðnum, nevniliga Sambandsflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin, høvdu gjørt avtalu við eina lýsingastovu um at gera lýsingar til valstíðið at seta á bussarnar, og nú lýsingarnar vóru lidnar og skuldu setast á bussarnar varð funnið út av, at hetta sambært reglugerðini ikki var loyvt.
Týdningarmikið mál
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar Býráð stendur at lesa, at býráðið heldur eykafundir, tá støða skal takast til týdningarmikil mál, sum hava skund.
Eitt slíkt mál metti Leivur Hansen, býráðsformaður, málið um lýsingarnar á bussunum vera, og gjørdi hann tí av at kalla til eykabýráðsfund týsdagin við stuttari freist.
? Hetta var eitt týdningarmikið mál, tí tað snúi seg um politiskar lýsingar áðrenn býráðsvalið, sum er um ikki so langa tíð. Lýsingastovurnar høvdu longu gjørt avtalur við busseigarar, og tá busseigarar heittu á býráðið um at fáa reglugerðina broytta, helt eg tað sjálvsagt vera umráðandi, sigur Leivur Hansen.
Býráðsformaðurin heldur, at broytingin er ein liberalisering, ið var neyðug fyri busseigararnar.
Skundað ígjøgnum
Málið um politiskar lýsingar á býarbussunum í Havn tók seg upp, tá tekniska nevnd hjá býráðnum hevði fund hósdagin 2. november. Á hesum fundinum kom málið eins og á býráðsfundinum fram sum eitt eykamál, ið ikki stóð á vanligu dagsskránni.
Tá fundurin í teknisku nevnd varð settur, boðaði Klæmint Olsen, formaður, frá, at hann hevði eitt eyka mál liggjandi, sum ikki stóð á dagsskránni. Tá eingin býráðslimur mótmælti hesum, varð gjørt av at viðgera tað á fundinum.
Endin av viðgerðini í teknisku nevnd varð, at ein meiruliti mælti til at samtykkja at broyta reglugerðina, meðan minnilutin kravdi málið fyri býráðið.
Tí sendi býráðsformaðurin út fundarboð seinnapartin týsdagin um, at býráðsfundur skuldi verða týskvøldið.
Mótmæltu
Á býráðsfundinum mótmæltu býráðslimir úr hinum flokkunum, at hetta málið um politiskar lýsingar á býarbussunum yvirhøvur varð viðgjørt beint áðrenn býráðsvalið.
Men hesar grundgevingar vunnu ikki frama. Í staðin samtyktið býráðið at strika orðingina í grein 17 í sáttmálanum hjá Bussleiðini, ið sigur, at tað ikki er loyvt at hava politiskar lýsingar á ella í bussunum.
Torfinn Smith, býráðslimir finnist í viðmerking í bløðunum í dag harðliga at avgerðini hjá býráðnum. Ein av niðurstøðum hansara er, at býráðssamtyktir bert eru galdandi til tær eru til ampa fyri býráðslimir.
TEKSTBOX:
Soleiðis sá grein 17 í reglugerðini fyri sáttmálan við Bussleiðina út til í gjár. Nú er seinasti setningurin strikaður
§ 17
Lýsingar kunnu vera inni í og uttan á bussunum. Sáttmálagevarin hevur rætt til ókeypis ar nýta 1/4 av lýsingarplássinum inni og velur sjálvur, hvørji pláss verða nýtt. Við dags varningi skulu lýsingar innan takast við.
Arbeiðstakarin hevur annars allar inntøkur av lýsingunum innan og uttan á bussinum.
Lýsingarnar skulu vera eftir internationala reklamukodeksinum.
Arbeiðstakarin hevur alla ábyrgd yvir fyri lóggávu av lýsingum frá øðrum enn sáttmálagevaranum. Sáttmálagevarin kann nokta lýsingum, sum leggja upp til kapping við Bussleiðina.
Ongar politiskar lýsingar mugu vera á ella í bussunum